BIT Security

 

 

Security awareness - trygdar tilvitan

 

Security awareness, ella trygdar tilvitan, er eitt økið, ið fyritøkur hava havt lítið fokus á tey seinastu árini. Tilgongdin innan KT trygd, er at verja seg við trygdarforritum og firewalls og er hetta eisini ein meginregla.

Tó er tað so, at ketan er ikki sterkari enn tað veikasta liðið. Og hagtøl visa, at brúkarin er tað veikasta liðið. Sambart SANS Institute koma 95% av álopum, ið eydnast, ígjøgnum brúkarar við spear phishing -  hetta eru teldupostar, ið siga seg koma frá einum tú kennir, men sum ótangar hava falsa og lokka upplýsningar frá tær

 




Tann besta verjan í hesum føri er security awareness – at økja tilvitanina hjá brúkarinum innan KT trygd.

Tað er her, ið BIT Security kemur í myndina. Vit bjóða okkum fram, at hjálpa fyritøkum at menna security awareness í teirra fyritøkum.

Talan er um eina iterativa tilgongd har ið dentur verður lagdur á fylgjandi,

  1. Greining av verðandi security awareness støði
  2. Tilrættarleggjan av regluligari kunning um KT trygd
  3. Íverksetan av security awareness kunning



BIT Security hevur folk tilknýtt, ið hava yvir 25 ára royndir innan KT og trygd. Til ber, at seta seg í samband við BIT Security á umvegis teldupost ella telefon og fáa kunning ella óbindandi tilboð.

Teldupostur: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Telefon: 550055